Danmark vann Eurovison Song Contest – Melodi Grand Prix – í ár, og tí verður tað í Keypmannahavn, at finalan verður næsta ár. Tá verður Per Zachariasen høvuðsframleiðari av sendignini, og hann ætlar ikki, at sjónvarpsupplivingin skal verða tann sama, sum hon hevur verið tey nógvu seinastu árini.
- Vanliga eri eg ikki tann, sum leikar mest í, men tá eg møti mótstøðu, so spjálki eg nakað meira. Og í løtuni kenni eg á mær, at tað er tørvur á, at onkur spjálkar eitt sindur.
- Sendingin hevur verið til í 60 ár. Hon er gomul og ber brá av, at hon ikki hevur fylgt við tíðini. Eg vóni, at eg kann skumpa konseptið eitt sindur, men tað eru nógv, sum toga hinvegin, so mín uppgáva verður at skapa eitt sindur av roki um hetta.
- Vit skulu tó ikki broyta grundhugsjónina við kappingini. Sjálv kappingin hevur mína størstu virðing, men kanska er virðingin fyri kjarnuni í sendingini farin eitt sindur, so mín ætlan er at finna aftur til hesa. Mín vón er, at hetta Grand Prix’ið aftur verður tikið í álvara, og tað er kanska nakað naivt, tí sjálvandi broyta vit ikki hetta við eini einstakari framleiðarlu. Men vit kunnu kanska broyta tað við tíðini, sigur Per Zachariasen við dr.dk.









