Vil økja áhugan at ferðast í Føroyum

Nú ber til at fáa eitt nýtt, men serstakt Føroyakort

Vónandi fer hetta kortið at økja um áhugan hjá okkum øllum at ferðast í egnum landi og vitja hvørja bygd og oyggj í landinum.

 

Tað sigur Hildur Túná fjørdal. Hon hevur gjørt eitt nýtt, men serstakt Føroyakort, og endamálið er at gera tað lættari hjá fólki at staðfesta, hvørjar oyggjar og bygdir í landinum, fólk hava verið í.

 

Kortið hevur fingið heitið, "Túná Kort - oyggjar og bygdir” og har eru allar oyggjar og bygdir frámerktar.

 

- So hvørt tú vitjar eina oyggj ella bygd, kanst tú skava hetta økið á kortinum, og somuleiðis er eitt yvirlit við øllum oyggja- og bygdanøvnunum, har tað ber til at frámerkja, hvar tú hevur verið.

 

Endamálið er at gera okkum meiri tilvitað um, hvar í Føroyum vit hava verið, og hvar vit ætla okkum at fara og Hildur Túná sigur, at kortið er væl egnað til skúlabrúks, til familjur, starvsfólkaútferðir, gongufeløg og einstaklingar.

 

- Vónandi fer hetta kortið at økja um áhugan hjá okkum øllum at ferðast í egnum landi og vitja hvørja bygd og oyggj í landinum, sigur hon.