Vil keypa Real Madrid

Alt er til sølu, um prísurin er tann rætti. Tað er í øllum førum fatanin hjá Sheikh Mansour Bin Zayed Al Nahyan, sum sigst vera til reiðar at keypa sjálvasta Real Madrid

Fótbóltur

Sheikh Mansour Bin Zayed Al Nahyan hevur longu sum er brúkt milliardir í royndunum at fáa Manchester City at teljast millum bestu feløg í heiminum. Og hóast tað enn er langt á mál, eru tær royndirnar sum so ikki steðgaðar.
Samstundis hevur milliarderurin tó eisini aðrar ætlanir innan fótbóltin. Í øllum førum sigst hann vera til reiðar at keypa spanska Real Madrid, sum eftir metkeyp síni í summar nú hevur eina skuld upp á 2,4 milliardir krónur.
Tað er ein upphædd, sum kann hótta framtíðina hjá felagnu, um neyðugu úrslitini ikki vísa seg á vøllinum, og Al Nahyan sigur seg vera til reiðar at rinda verandi partaeigarum íalt 7,5 milliardir fyri partabrøv síni.
Tað er tó ikki víst, at handilin verður til nakað. Stórur partur av partaeigarunum eru trúgv viðhaldsfólk hjá Real Madrid, og tey vilja alt annað enn fegin síggja kongaliga felagið umskapast til leikutoy hjá einum av heimsins ríkastu monnum.
Samstundis elvir hetta eisini til høvuðbrýggj hjá viðhaldsfólkunum í Manchester. Tað er nevnliga í stríð við UEFA-reglurnar, um sami eigari eigur fleiri feløg, og tí eru leysatíðindini kanska eisini úrslit av, at ríkmaðurin longu nú er troyttur av enska leikutoyi sínum.