Tað skal verða so lætt sum gjørligt hjá føroyingum, sum lesa uttanlands, at fara á løgtingsval. Tað heldur Óluva Klettskarð, og tí vil hon ní hava landsstýriskvinnuna, Sirið Stenberg, at greiða frá um ætlanin er at gera nakrar broytingar fyri at gera tað smidligari hjá teimum at fara á løgtingsval.
Í hesum sambandi vil hon eisini hava at vita um tað enntá ber til at hava valstøð í býum í uttanlands, har fleiri hundrað føroysk lesandi eru savnað.
Hon vísir á, at lesandi siga, at sum støðan er nú, er tað tvørligt hjá teimum at velja á løgtingsvali. Tað ljóðar annars, sum um at tað hevur einki upp á seg, bara tey røttu skjalprógvini og brævatkvøðan, eru teimum lesandi í hendi til ásetta tíð.
– Men tey lesandi hava víst á, at í roynd og veru hevur tað verið heldur torført at fáa valt. Brævatkvøður skulu fáast til vega úr Føroyum, og sendast aftur til Føroya, í góðari tíð, og hesum hava tey lesandi sjálvi ábyrgdina av, hevur Óluva Klettskarð fingið at vita frá lesandi.
Hon sigur, at sostatt er tað knípi við tíð at av avgreiða øll viðurskiftini og ofta er valstríðið ikki komið í hæddina, fyrr enn veljast skal.
Hon vísir eisini á, at nú er í mesta lagi bara eitt ár er eftir av hesum valskeiðinum, og tí eiga tiltøk at setast í verk nú, ætla vit at røkka øllum okkara ungu veljarum, ið frameftir skulu mynda føroyska framtíð.
– Vit eru í eini serstøðu tí nógv fleiri føroyingar fara av landinum at lesa, enn vanligt er í londunum uttan um okkum. Tí eiga vit at hava eina skipan, ið eru lagaðar til hesi viðurskifti. Og valrættur, og góðir møguleikar at velja, eru sjálvsøgd rættindi hjá ungum sum eldri.
– Eru nakrar forðingar, ið kunnu fáast av vegnum, eiga vit at faa tær burturbeindar. Og hevði tað enntá borið til at fingið eitt valstað til løgtingsval í Keypmannahavn, og kanska øðrum, størri býum við, har tey flestu av teimum føroysku lesandi búgva, hevði tað verið ein áhugaverdur møguleiki, sigur Óluva Klettskarð.