Vil kanna hvør í veruliga eigur føroyska fiskiflotan

ÚTLENDSKUR KAPITALUR Kári P. Højgaard, landsstýrismaður vil nú hava gongd á eina kanning, sum skal vísa, hvør tað í veruleikanum er, sum eigur føroyska fiskiflotan

- Nú mugu vit fáa eina uppgerð fyri, hvør tað er, sum í veruleikanum eigur fiskiflotan, sum er skrásettur undir føroyskum flaggi.
Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum og formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
Og tað er ein kanning, hann nú vil hava samgonguna at seta í verk.
Hann vísir á, at tað stendur í samgonguskjalinum, at fult gjøgnymskygni skal fáast í eigaraviðurskiftini í okkara høvuðsvinnu.
- Eg haldi, at tað hevur rættiliga stóran týdning, at vit fáa sett hesa kanningina í verk beinanvegin so at vit fáa fult yvirlit yvir, hvør tað, sum í veruleikanum eigur skipini í okkara fiskiflota fiskivinnuni.
Tí hevur hann heitt á løgmann um at seta gongd á hetta arbeiði.

Opin kort
Kári P. Højgaard vísir á, at lógini er mark fyri, hvussu nógvir útlendskur kapitalur kann verða í føroysku fiskivinnuni.
Tað er eisini mark fyri, hvussu stóran part av ávísum skipabólkum at einstøk reiðarí kunnu eiga.
Men samstundis er tað ongin loyna, at nakrir føroyskir vinnulívsmenn verða skuldsettir fyri ikki at vera annað enn hólgar -strámenn- fyri útlendskan kapital.
Avleiðingin av tí er, leysasøgur ganga um, at í veruleikanum eiga útlendingar nógv størri part í føroysku fiskivinnuni, enn teir hava loyvi til eftir lógini.
- Tað er eisini neyðugt at fáa staðfest, um einstakir reiðarar í veruleikanum eiga størri part av fiskiflotanum enn lógin heimiðlar.
- Eru ov nógv skip knýtt at sama felag og sama virki, minkar tað munandi um kappingina og avleiðingin av tí er, at avreiðingarprísurin fellur.
Kári P. Højgaard sigur, at hann skal ikki siga, hvussu stóran part av vinnutólunum, útlendingar kunnu eiga.
- Vit hava skyldu til at halda lógina, men er politiskur vilji til at broyta viðurskiftini, er bara at broyta lógina, leggur hann afturat.
- Tað einasta eg vil, er, at vit spæla við opnum kortum og tá ið ein slík kanning er avgreidd, kunnu vit fáa leysasøgurnar manaðar í jørðina.
- Vit kunnu eisini fáa tær váttaðar, men so má okkurt gerast við tað fyri at fáa viðurskiftini í rættlag, tí tað kann ongin ivi vera um, at lógin skal haldast, sigur Kári P. Højgaard.

Ongin trygd
Hann minnir eisini á, at hann á sinni var hann formaður í Landsstýrismálanevndini og har var niðurstøðan í tí eina málinum, at viðgerðin í Fiskimálaráðnum gav ikki trygd fyri, at lógarásetingin um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni, verður hildin.
Sjálvur er hann ikki í minsta iva um, at ræðisrætturin á okkara náttúruríkidømi má ikki gleppa okkum av hondum.
- Tað er rættiliga stórur røringur í fiskivinnuni í løtuni og eg haldi, at tað er av alstórum týdningi, at tað eru føroyingar sjálvir, sum hava ræðisrættin á okkara náttúrutilfeingi.
- Tað má ikki koma hartil, at vit vakna við kaldan dreym ein vakran dag og varnast, at í veruleikanum er ein stórur partur av okkara náttúrutilfeingi á útlendsum hondum.
- Eg sigi ikki at tað er so, men vit eiga í øllum førum at tryggja okkum, at vit ikki koma í ta støðuna, og tí má hendan kanningin gerast, sigur landsstýrismaðurin í Innlendismálum.
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni, áðrenn blaðið fór til prentingar.