Vil ikki vinna valið upp á tollmálið

– Javnaðarflokkurin skal ikki vinna næsta val upp á fortíðina hjá Jørgen Niclasen.

– Javnaðarflokkurin skal ikki vinna næsta val upp á fortíðina hjá Jørgen Niclasen.

 

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður hjá Javnaðarflokkinum, sum eisini vil vera við, at Kringvarpið hevur virkað sum politiskur aktørur í hesum málinum.

 

– Hyggja vit eftir timingini hjá Kringvarpinum, so er hon rættiliga áhugaverd, skrivar Sjúrður Skaale í lesarabrævi.

 

– Kringvarpið plagar at seta størri sjálvstøðugar sendingar á skrá hóskvøld. Men "Tollmálið" kom á skrá eitt mánakvøld. Og hon kom ikki eftir vanligu skránna við Degi & Viku og 3-2. Tey, sum ætlaðu at síggja ítrótt, máttu bíða í 70 minuttir til sendingin um "Tollmálið" var liðug.

 

– Hetta skuldi sendast mánakvøld - og tað skuldi sendast í prime time.

 

– Kann tað hugsast at hava samband við, at seinasti tingfundur var mikudagin, og at effektin av sendingini tí hevði verið avmarkað, um hon varð send hósdagin? spyr Sjúrður Skaale, sum samstundis leggur dent á, at fjølmiðlarnir sjálvandi skulu grava fram slíkt, sum hevur verið grivið niður.

 

– Men samstundis sum Kringvarpið hevur gjørt eitt gott arbeiði, er tað farið ov langt.Vit skulu minnast til, at dugnaligir journalistar, sum eru úti um seg, kunnu fáa sera stórt vald. Størri vald enn flestu politikarar. Teir seta dagsskránna, teir seta spurningarnar, teir vinkla "søgurnar", og teir fáa altíð síðsta orðið.Eins og politiskt vald, so skal hetta valdið brúkast við ábyrgd, sigur hann og vísir á, at í hesum føri hava journalistarnir ikki dugað sær hógv.

 

– Tíðindaflutningurin hevur mint ov nógv um eina kampanju. Og er tað so at ein sending verður sett á skrá alt eftir nær tingfundur er, so er sjálvsfatan Kringvarpsins skeiklað. Journalistar skulu hava eftirlit. Teir skulu ikki verapolitiskir aktørar, heldur Sjúrður Skaale.

 

Skal Javnaðarflokkurin vinna næsta val, so skal tað ikki verða upp á tollmálið ella upp á nakað annað úr fortíðini, helur Sjúrður Skaale.

 

– Misálitið er farið. Eitt val nærkast, og veljarin kann taka støðu til málið. Nú skal Javnaðarflokkurin fara víðari og seta sína egnu, politisku dagsskrá. Flokkurin skal ikki vinna valdið upp á fortíðina hjá einum øðrum, men upp á egin boð um framtíðina, sigur Sjúrður Skaale.

 

Lesarabrævið hjá Sjúrði Skaale kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER