Herfyri boðaði Magni Laksáfoss frá, at hann gavst sum politikari, og tað er ein avgerð, hann stendur við.
- Eg síggi, at politikkurin er heilt galin og fer at koyra samfelagið um koll, og tí vil eg ikki longur vera partur av grundarlagnum. Eg royndi at ávirka fyrst sum landsstýrismaður og síðan sum løgtingsmaður í fýra ár, men tað hjálpti einki, sigur Magni Laksáfoss.
Hann hevur í fleiri ár ávarað móti, at fólkatalið fer at minka.
- Tað er ikki fólkatalið, sum er trupulleikin. Minkandi fólkatalið endurspeglar bara politikkin. Eingi útlit eru til, at nakar ætlar at fara annan politikk eftir valið.
Magni Laksáfoss ivast ikki í, at fólkatalið hevur toppað ella ger tað um stutta tíð, og tá fer at ganga heilt galið, um fólk ikki hava hug at búgva í Føroyum longur.
Samfelagsreformarnir, sum tosa verður um at gera, muna einki.
Størri broytingar neyðugar
- Neyðugt er at gera nógv meira umfatandi reformar. Um talið á kommunum er 30 ella níggju ger tað sama. Vit mugu koyra kommunubygnaðin burtur og broyta samfelagsstrukturin fullkomiliga, sigur Magni Laksáfoss.
Hann dugdi ikki at síggja nakra meingin i longur at vera í politikki.
Summi gevast í politikki, tí tey eru farin at møðast.
- Eg havi eisini verið móður, men ikki havi eg verið móður av tí politiska arbeiðinum, men meira tí, at einki gjørdi mun. Onkur vil helst kalla meg dómadagsprofet, men tað fara tey ikki at gera um eini 10 ár, tá ið tey fáa at síggja, at eg hevði rætt, sigur Magni Laksáfoss.