Vil ikki undirbjóða

Brúkaraumboðið vil ikki hava sitandi á sær, at stovnurin hevur misskilt sína uppgávu

Í vikuni fanst felagið Samskifti at skeiðstilboði hjá Brúkaraumboðnum. Funnist varð at, at Brúkaraumboðið hevur boðið til skeið, sum luttakararnir skulu gjalda fyri, og eitt nú verður sagt, at tað er uppgávan hjá Brúkaraumboðnum at veita slíka ráðgeving ókeypis.

 

Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð, vil tó ikki hava sitandi á sær, at hon hevur gjørt nakað skeivt í hesum sambandi.

 

Hon vísir í fyrsta lagi á, at gjaldið ikki er ásett, tí stovnurin skal hava yvirskot av hesum. Hon staðfestir, at talan er um pening, sum skal fíggja útreiðslur til skeiðshaldara, ferðing og uppihald hjá sama. Víðari staðfestir Rannvá Ragnarsdóttir, at hon er bilsin av áskoðanini hjá felagnum Samskifti.

 

- Um Brúkaraumboðið skal bjóða skeið ókeypis ella fyri undirprís, er hetta kappingaravlagandi fyri vinnuliga virksemið. Vit skulu ikki so nógv ár aftur, at hetta júst var trupulleikin við trygdarskeiðum til sjófólk. Tað almenna bjóðaði bíligari skeið enn privata vinnan og var tískil mett kappingaravlagandi.

 

- Sum eg skilji skrivið frá felagnum Samskifti í Vinnuhúsinum, ynskir felagið nú tað m.a. eru teirra limir, ið skulu gjalda fyri eitt skeið, sum stendur teimum í boði at luttaka í, at Brúkaraumboðið bjóðar skeið til ein prís, ið ikki svarar til kostnaðin av at halda skeiðið. Hetta eru nýggir tónar úr Vinnuhúsinum.

 

- Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvat aðrir limir í Vinnuhúsinum halda um hesi ynski, serliga teir limir, ið verða raktir av einari slíkari avlagandi kapping, tí illa ber til at blása og hava mjøl í munninum, verður millum annað sagt í fráboðanini, sum kann lesast á heimasíðuni, bruk.fo.