Vil ikki tosa um Cristiano Ronaldo

(Ljóðsamrøða) Lars Olsen vil hava fult fokus á Lettland fyrst

Føroyski landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur í dag úttikið 23 spælarar, sum skulu spæla móti Lettlandi og Portugal. Landsliðsvenjarin nevndi tó ikki Cristiano Ronaldo við einum orði.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøða við Lars olsen

 

Á tíðindafundinum bleiv Cristiano Ronaldo ikki nevndur við einum orði. Landsliðsvenjarin vildi heldur ikki kom inn á Portugal, tí øll orkan skal brúkast upp á dystin í Lettlandi fyrst.

 

- Eg fari ikki at tosa um Portugal í dag. Vit kenna teirra spælarar og øll sóu teir vinna EM í summar. Fyri meg er dysturin móti Lettlandi týdningarmiklari, segði Lars Olsen.

 

Gilli Rólantsson Sørensen er aftur á landsliðnum, meðan Pól Jóhannus Justinussen stendur eftir við Svartaper fyri fyrstu ferð í søguni, síðani Lars Olsen tók við í novembur 2011.

 

- Tað vísur bara hvussu hørð kappingin er um plássini í landsliðnum í løtuni. Hesa ferð fellur valið á Gilla Rólantsson Sørensen, sum spælir í oddinum í norskum fótbólti, sigur Lars Olsen.

 

Lars Olsen hevur givið 23 spælarum boð til landsdystirnar móti Lettlandi og Portugal, sum verða 7. og 10. oktober.

 

Landsliðshópurin:

Málverjar:

Gunnar Nielsen, FH (ÍS)

Teitur M. Gestsson, HB

Kristian Joensen, KÍ

 

Verjuspælarar:

Jónas Tór Næs, B36

Atli Gregersen, Víkingur

Rógvi Baldvinsson, Vidar (NOR)

Jóhan Troest Davidsen, HB

Viljormur Davidsen, Vejle (DK)

Sonni Ragnar Nattestad, Fylkir (ÍS)

Gilli Rólantsson Sørensen, Brann (NOR)

Bárður Jógvanson Hansen, Fremad Amager (DK)

 

Miðvøllur:

Kaj Leo í Bartalsstovu, FH (ÍS)

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Hallur Hansson, AC Horsens (DK)

Brandur Hendriksson Olsen, Randers FC (DK)

Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DK)

René Shaki Joensen, Vendsyssel (DK)

Árni Frederiksberg, NSÍ

Róaldur Jakobsen, B36

Fróði Benjaminsen, HB

 

Álop:

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Jóan Símun Edmundsson, OB (DK)

Páll A. Klettskarð, KÍ