Vil ikki sleppa skúlanum í Hovi

Tað eru nógv brek staðfest í nýggja skúladeplinum í Hovi, síðani hann varð tikin í nýtslu Hetta er ikki farið óátalað aftur við borðinum í Løgtingum, sum fleiri ferðir hevur reist málið í Løgtinginum. Og nú reisir Hergeir Nielsen, løgtingsmaður málið enn einaferð fyri at fáa greiði á, hvat er farið fram bæði politiskt og í sambandi við sjálva byggingina, samstundis sum hann vil hava lýst, hvussu støðan í veruleikanum er og, hvat ætlanin er at gera við tað.

Tí hevur hann enn einaferð spurt landsstýriskvinnuna í Mentamálum, Helenu Dam á Neystabø, um skúlan.

Hann vil hava at vita, hvussu umsistingarliga mannagongdin var, tá ið politisk avger varð tikin um at flyta skúlan úr Vági til Hovs.

Hann vil eisini hava at vita um tað er rætt, at politiski myndugleikin tá álegði skerpaða tagnarskyldu, og at víkt varð frá lógarásettum forðingum fyri at skunda undir byggingina.

Samstundis vil hann hava at vita, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at tryggja, at staðfestu brekini verða umvæld til fulnar og ikki bara pjøssað samanaftur, sum hann málber seg.

Hann spyr enntá um tað er hugsandi, at tað verður neyðugt at taka skúlan niður aftur, nú tað eisini vísir seg, at dreningin er typt, og móran setur upp gjøgnum gólvini.