Vil ikki sleppa at byggja íbúðir

Tað er ikki svarið upp á bústaðarneyðina, at vit fara at byggja íbúðir, heldur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn

Kommunur skulu ikki fáa heimild til at byggja íbúðir. Tað heldur Annika Olsen, borgarstjóri í landsins nógv størstu kommunu, Tórshavnar Kommunu.

 

Løgtingið hevur ikki minni enn tvey uppskot til viðgerar um at geva kommunum heimild til at byggja leiguíbúðir, men Annika Olsen sigur púra avgjørd, at tað er ikki ein heimild, hon vil hava.

 

Hon staðfestir, at tað er ikki ein kommunal uppgáva at byggja øllum bústaðir. Tvørtur ímóti er tað leikluturin hjá Kommununum at skapa góðar karmar hjá byggivinnuni at virka undir, tí so er eingin ivi um, at byggivinnan sjálv fer at átaka sær uppgávuna at byggja bústaðir.

 

Og tað heldur hon, at kommunan hevur gjørt, tí tey hava brúkt nógva orku upp á at samskifta við allar partar, sum hava áhuga í bygging, fyritøkur, bankar, pensjónsfeløg o.s.fr.

 

Hon sigur, at nú manglar bara, at politiski myndugleikin hjá landinum spælir við og gevur kommununi heimild til at leiga grundstykki at byggja íbúðir á, so at tað ikki er neyðugt at keypa grundstykki.

 

 

Les meiri um tað her: Nú er upp á tíðina at tey vakna

 

 

Hon heldur, at skulu kommunur fara at byggja íbúðir, er tað kappingaravlagandi, tí so gera kommunurnar seg inn á privatu vinnuna. Og kommunur eiga ikki at fara í kapping við privatu vinnuna, heldur borgarstjórin. Vit eiga at skilja ímillum, hvar tær almennu uppgávurnar eru, og hvar tær privatu uppgávurnar eru, leggur hon afturat.

 

Og hon leggur afturat, at skulu kommunur byggja bústaðir, slepst ikki undan, at tað fer at darva øðrum íløgum í ymsar vælferðartænastur. Skulu íløgurnar hjá kommununum brúkast til at byggja íbúðir, hvør skal so byggja ellisheim, røktarheim og alt annað, ið krevst í eini kommunu. Tað er ikki svarið upp á bústaðarneyðina, at kommunur fara at átaka sær íbúðarbygging, leggur hon afturat.

 

Hon heldur, at í løtuni er tað nøktandi, at kommunur kunnu byggja eldrabústaðir og lestrarbústaðir, og harafturat kunnu kommunurnar fara í samstørv um at útvega fleiri bústaðir, men tað skal vera tað privata, sum byggir og ikki kommunurnar.