Anders Behring Breivik, sum er skuldsettur fyri yvirgangsálopini í Noregi fríggjadagin, vil ikki siga, um hann var einsamallur um illgerðina ella ikki.
Hann hevur játtað seg sekan í báðum atsóknunum og hann hevur viðgingið, at tær vóru ræðuligar. Men í hansara forskrúvaða hugaheimi vóru tær neyðugar.
Anders Behring Breivik er víðgongdur kristin høgrasinnaður og heldur, vil ikki vita av islam. Hann hevur kallað fyrrverandi norska forsætisráðharran, Gro Harlem Brundtland fyri landsmordara.
Stóri spurningurin hjá løgegluni er um hann var einsamallur um illgerðina.
Men tað vil hann ikki svara til, sigur verji hansara, Geir Lippestad fyri VG.
Fleiri vitni á ungdómsleguni á Utøya, hana sagt, at tey halda, at tað vóru tveir mans, sum skutu.
Anders Behring Breivik hevði vápnaloyvi til eina høglbyrsu, eina riflu og eina glock- skammbyrsu.
Illgruni er nú eisini um, at bumbuatsóknin í Oslo var bara fyri geva løgreglu og almenningi okkurt at brúka allar kreftir upp á og at tað var politiska ungdómslegan hjá norska arbeiðaraflokkinum, sum alla tíðina var høvuðsmálið.