Vil ikki siga sína meining um fosturtøku

Sjúrður Skaale hevur skipað fyri kjakfundi um fosturtøku, har hann vildi hava politikarar siga sína hugsan – men sjálvur vil hann ikki siga, hvat hann heldur

– Politikarar skulu ikki altíð tosað sjálvir. Viðhvørt skulu teir lurta.

 

Tað var hugsanin hjá Sjúrði Skaale, fólkatingsmanni, tá ið hann mikukvøldið skipaði fyri almennum kjakfundi í Miðlahúsinum um fosturtøku.

 

Sjúrður Skaale sigur, at orsøkin til, at skipaði fyri fundinum er tí at hann heldur at tað neyðugt at fáa eitt kjak um fosturtøku, tí næsta ár skulu føroyskir myndugleikar yvirtaka málsøkið frá donskum myndugleikum.

 

Tí heldur hann, at tað er neyðugt at hava eitt samfelagsligt kjak um fosturtøku, sum er eitt ógvuliga stórt og viðkvæmt mál, og tí hevði hann hetta íkastið til kjakið um fosturtøku.

 

Tá ið málsøkið verður yvirtikið næsta ár, er í mesta lagi eitt ár til løgtingsval verður aftur og tað vildi verið ábyrgdarleyst at tikið eitt so stórt og viðkvæmt mál upp í samgonguni við tí fyri eyga at broyta fosturtøkulógina so stutt fyri eitt løgtingsval, heldur hann.

 

Og hann vísir eisini á, at samgongan hevur eisini greitt boðað frá, at lógin verður ikki broytt í hesum valskeiðnum.

 

Hann vísir kortini á, at ein týdningarmikil spurningur í sambandi við fosturtøkulógina, er, at tað er fatanin hjá nógvum fólkum, at lógin ikki verður fylgd. Tað eru eisini páhaldið hjá læknum, at lógin ikki verður fylgd, sigur Sjúrður Skaale.

 

Men meðan Sjúrður Skaale vildi hava teir politisku flokkarnar at viðgera spurningin á kjakfundinum, vildi hann ikki siga, hvat hann sjálvur heldur um fosturtøku – um hann vil herða lógina, um hann heldur, at vit skulu lata standa til, ella um vit skulu hava fría fosturtøku.

 

– Viðhvørt skulu politikarar lurta, heldur enn at tosað, sigur hann.

 

Men sum heild heldur hann, at endamálið má vera, at talið á fosturtøkum skal vera so lágt sum gjørligt. Hinvegin heldur hann ikki, at fosturtøka skal bannast, tí tað er tað sama sum at stoyta tær kvinnur, sum umhugsa fosturtøku, frá okkum.

 

– Banna vit fosturtøku, fara tær kvinnur, sum vilja hava fosturtøku, beint av landinum at fáa hana. Og so missur samfelagið sambandi við tær kvinnur, og tað vildi verið skeivt, heldur Sjúrður Skaale.