Stendur tað til Tjóðveldi, so taka vit einar tvær flóttafólkafamiljur til Føroya. Men Tjóðveldi vil ikki taka ímóti hesum flóttafólkunum bara soleiðis uttan víðari. Tað skal gerast upp á ein bestemtan máta.
– Vit skulu sjálvandi taka avgerðina í beinleiðis samráð við ST, sigur Høgni Hoydal við Sosialin.
Tað er annars væl møguligt at gera eina avtalu við danir um at taka ein part av flóttafólkunum, sum koma til Danmarkar. Hetta heldur uttanríkismálaráðharrin og formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, til dømis vera eina gongda leið, hevur hann sagt við Sosialin, og tað sama meinar Javnaðarflokkurin.
Men hetta vil Tjóðveldi ikki. Skulu vit taka ímóti flóttum, skal tað gerast uttan um Danmark.
– Tað ger ongan mun í Føroyum, um Føroyar taka ein part av donsku kvotuni. Um Føroyar vilja taka lut og ábyrgd, so mugu vit taka ta ábyrgdina, sum ger mun. At taka ein part av danskari kvotu ger hvørki til ella frá, sigur Høgni Hoydal við Sosialin.