Vil ikki leggja p-gjald á borgaran

Sum einasti býráðslimur atkvøddi eg ímóti, tá spurningurin um at rinda fyri parkering í Havn var fyri á býráðsfundi, sigur Anfinn Brekkstein. - Eg eri ímóti at leggja fleiri skattir á borgaran. Heldur ynski eg, at kommunan útvegar fleiri parkeringspláss í býnum fyri at handilslívið í miðbýnum kann koma at blóma aftur, sigur Anfinn Brekkstein.

Hann heldur, at tað er syrgiligt at síggja stóra handilsbygningar standa tómar mitt í gongugøtuni. Tað sæst tíðuliga, at handilslívið í miðbýnum ikki hevur tað gott ? miðbýurin er nærum fólkatókur.

- Nokk er nokk. Hví skulu allar samtyktir enda við, at farið verður í lumman hjá skattgjaldaranum? Tað ber snøgt sagt ikki til at leggja fleiri byrður á skattaborgaran. Nú má kommunan kunna húsast við tí fíggjarætlan, sum er samtykt fyri 2011 ? uttan eykaskattir, sigur Anfinn Brekkstein.

Hann sigur, at um ynskið er at skipa parkeringsviðurskiftini betri í býnum ? uttan gjald ? eitt nú á Skálatrøð ella sokallaða grøna parkeringsplássinum í Køkubúðarbrekkuni, kann tað gerast við at avmarka parkeringina til 4, 6 ella 8 tímar.

- Fyrst í nítiárunum flýddu fólk úr Føroyum, tí einki arbeiði var. Nú flýggja fólk undan skattum, avgjøldum og høgum matvøruprísum, og tað mugu vit sum politikarar royna at forða fyri, sigur Anfinn Brekkstein.