Vil ikki lata Jógvan S doyggja í syndini

- Eitt mistak í almennu umsitingini hevur ført við sær, at landskassin er komin undir eina milliónaupphædd í endurgjaldi. Tí skal málið endavendast fyri at fáa fulla greiði á, hví tað endaði so galið og hvør hevur skyldina, sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og formaður í landsstýrismálanevndini

Jógvan S
 
Jógvan S í Klaksvík, sleppur ikki at doyggja í syndini!
Tað ætlar Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og formaður í landsstýrismálanevndini at syrgja fyri.
Hann er nú farin at kanna eftir, hvussu málið skal grípast ann.
Tað einasta, sum er vist, er, at hann fer at reisa málið í Løgtinginum, nú tað fer til arbeiðis aftur í heyst.
Hann er bara ikki komin til nakra niðurstøðu enn um, hvussu tað er rættast at fara fram.
Jógvan S er tiltikna línuskipi í Klaksvík, sum fyrst fekk játtað fiskiloyvi, men síðani misti tað aftur, tí niðurstøðan var, at tað var ólógligt at tað geva tí fiskiloyvi.
Av tí, at skipið hevði fingið fiskiloyvi, men at tað síðani varð tikið aftur, var beinanvegin greitt, at landskassin fór at fáa endurgjaldskrav.
Og tað fekk hann eisini. Landsstýrið viðurkendi somuleiðis, at reiðarin hevði rætt til endurgjald.
- Fyribils hevur landskassin goldið góðar tríggjar milliónir í endurgjaldi, rentum og øðrum kostnaði sigur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður og formaður í landsstýrismálanevndini.
Men málið er skotið inn fyri landsrættin, so enn er ikki greitt, hvussu stórt tað endaliga endurgjaldið verður.
- Fíggjarnevndini játtaði endugjaldið upp á góðar tríggjar milliónir uttan nakra sum helst viðgerð, tí støðan hjá nevndini var, at dómsvaldið hevur talað og tað kann nevndin ikki seta spurnartekin við, sigur Kári P. Højgaard, sum eisini er limur í fíggjarnevndini.
 
Skal standa til svars
Men hann fer ikki at lata tey, sum hava skyldina av hesum, sleppa so lætt.
- Hóast vit ikki kenna endaligu upphæddina, er í øllum førum greitt, at landskassin er komið undir endurgjald og tí skylda vit løgtinginum og almenninginum, at málið verður lýst út í æsir, sigur løgtingsmaðurin.
-Talan er um almennan penging, so vit hava skyldu til at lýsa málið út í æsir. Hann vísir eisini á, at nú málið er skotið inn fyri landsrættin, er vandi fyri, at upphøddin verður enn størri.
Hann sigur, at tá ið spurningurin um fiskiloyvið hjá Jógvan S var til umrøðu í samgonguni, gjørdi hann púra greitt, at vísti tað seg, at avgerðin at taka loyvið aftur, var skeiv, so at landskassin kom undir endurgjald, fór hann at krevja, at onkur stóð til svars fyri tí.
Og tað standi eg við, sigur hann.
Men fyrsta stigið er at fáa fult gjøgnumskygnið í, hvussu hetta kundi henda.
- Tað er neyðugt at lýsa málið út í æsir, so at vit fáa staðfest, hví tað gekk so galið og, hvør hevur skyldina.
Hann vil tí hava tað lýst út í æsir  um tað  var rætt at Fiskimálaráðið upprunaliga gav Jógvan S fiskiloyvi.
Hann vil eisini hava lýst út í æsir, um landsstýrimálanevndin hevði grein í sínum máli, tá ið hon kom til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt at geva skipinum fiskiloyvi.
Og hann vil somuleiðis hava lýst út í æsir um tað var rætt at krevja, at Fiskimáalaráðið tók fiskiloyvið aftur við teirri avleiðing, at tað varð tikið aftur.
- Her eru nógvir heilt prinsipiellir spurningar, sum eiga at verða lýstir út í æsir. Hetta málið hevur fyribils kostað landskassanum góðar tríggjar milliónir tí mugu vit hava tað lýst til fulnar, sigur hann.
Ikki minst vísir hann á, at Landsstýrismálanevndin kom til ta niðurstøðu, at tað var ólógligt, at geva Jógvan S. Fiskiloyvið og ein prinsipiellur spurningur í hesum sambandi er, um hetta skakar álitið á tann myndugleika, sum nevndin hevur.
Spurningurin er nú, hvussu tað kann gerast og tað er hann nú í ferð við at fyrireika.
Hann sigur, at ein máti kundi verið at reist ein skrivligan fyrispurning í Løgtinginum til landsstýrismannin fyri at fáa Fiskimálaráðið at lýsa málið frá teirra sjónarhorni.
Tá tað svarið er komið, kann støða verða tikin til, hvussu farast skal víðari fram, sigur Kári P.Højgaard.