Suðurafrika er tað landið, sum hevur størstu ávirkanina á viðurskiftini í Zimbabwe, og tí hevur ES biðið suðurafrikanska forsetan styðja evropeiska kravið um, at Robert Mugabe skal leggja frá sær, at at Morgan Tsvangirai er tann lógliga valdi forsetin í Zimbabwe.
Men Thabo Mbeki, forseti, vil ikki taka undir við kravinum um, at Mugabe skal fara frá.
-Tað loysir ikki trupulleikarnar í Zimbabwe, at Mugabe fer frá, sigur hann.
Politiskir eygleiðarar í Bruxelles siga við BBC, at svarið frá Thabo Mbeki kemur ES illa við, tí suðurafrikanski forsetin hevur verið mettur sum ein av teimum fáu, sum kann ávirka Mugabe.
Suðurafrikanskir fjølmiðlar vistu í gjár at siga, at suðurafrikanskir diplomatar hava gjørt eitt uppskot um, hvussu tann politiska kreppan í grannalandinum kann loysast. Eftir henni kann Robert Mugabe halda fram sum forseti, og Morgan Tsvangirai verður forsætisráðharri.