Noregi er enn í djúpari sjokkstøðu eftir ræðuligu terrorálopini í Oslo og ikki minst á Utøya stutt norðan fyri Oslo.
Norsku dagbløðini stríðast við at finna aftur á gerandisdagin, men Noregi verður helst ongantíð tað sama aftur eftir 22. juli 2011.
Ein teirra, sum kanska hevur verið og enn er mest skelkað, er mamma at skuldsetta Anders Behring Breivik.
- Hon skilir als ikki, at hann kan hava gjørt hetta, sigur politiadvokaturin við Oslo politi, Pål-Fredrik Hjort Kraby við svenska dagblaðið, Expressen.
Mamma at terrorskuldsetta Anders Behring Breivik var tikin inn til avhoyringar eftir álopini 22. juli í Oslo og Utøya. Sambært løgregluni var hon í sjokk, og fekk hjálp frá sálarfrøðingum eftir avhoyringina og eisini í tíðini eftir.
Av náttúrligum grundum hevur hon tað ikki gott, sigur Karby sambært norska blaðnum VG.
Anders Behring Breivik sigur í isolatión í Ila fongslinum, og mamman hevur sum nevnt ikki ynskt at fáa samband við sonin. Hann hevur heldur ikki ynskt at koma í samband við mammuna.
Mamman býr í løtuni á loyniligum bústað, og ikki er greitt í løtuni, um mamman aftur skal til avhoyringar. Hon hevur ikki verið í íbúðini síðani løgreglan tók hana til avhoyringar seinasta fríggjakvøld.
Løgreglan var og kannaði íbúðina, og síðani er hon seglað og eingin sleppur inn, sigur ein granni við Expressen.
Noreku dagbløðini eru framvegis á tremur við tilfari um atsóknina hjá Breivik, og í dag er minnisdagur í Stórtinginum, har politikarar minnast tey deyðu eftir bumbuatsóknina í Oslo og massakruna á Utøya.