Svimjing
Petur Heðin á Fløtti hevur boðað frá, at hann ikki vil hava heiðurin sum ársins venjari í føroyskari svimjing í 2006/07.
- Eg tosaði við onkur feløg, eftir at eg leygarkvøldið hevði fingið heiðurin sum ársins venjari. Í øllum førum tvey av hesum siga seg als ikki hava greitt atkvøðu um, hvør skuldi fáa ymsu heiðurslønirnar, og tá ruggar ikki heilt rætt. Og er nakað galið við mannagongdini í hesum, so vil eg ikki hava heiðurin.
Petur Heðin sigur seg ikki hava kannað, hvørt talan er um broyttar mannagongdir, ella hvussu kjósanin annars er farin fram.
- Tað sær út til, at okkurt rotið er í hesum, og tí vil eg ikki vera partur av, sigur hann.
Á heimasíðuni hjá svimjisambandinum verður ikki staðfest, hvør mannagongd hevur verið nýtt í kjósanini.
»Hvør nýggja mannagongdin enn hevur verið, so burdi hann (Petur Heðin, blðm.) staðið seg væl eisini eftir gomlu. Nú er støðan tó tann, at SSF annaðhvørt má skipa fyri umvali við vanligu mannagongd, ella halda uppá at nýggja mannagongdin er røtt.«, er einasta viðmerkingin, sum stendur á heimasíðuni um hetta.