Borgarstjórin í Reykjavík, Jón Gnarr, vil hava býráðið at banna herskipum at koma í havn í býnum og at banna stríðsflogførum at seta seg á flogvøllin har.
Borgarstjórin sigur, at í framtíðini eigur Reykjavík at vera ein friðarbýur, og tí eigur býurin at kunngera, at hann vil hvørki hava herskip ella stríðsflogfør á vitjan. Hetta umfatar eisini fangaflogfør, legði hann afturat.
Jón Gnarr segði, at hann hevur tosað við ráðharrar um sínar hugsanir. Hann segði, at tað var ymiskt, hvat ráðharrarnir søgdu, men at teir høvdu víst á, at Ísland er limur í NATO.
Men har hevur borgarstjórin eitt svar, tí Jón Gnarr vil hava Ísland úr NATO.