Vil ikki hava Chavez

Amerikanska stjórnin stríðist av øllum alvi ímóti, at Venesuela skal fáa sæti í trygdarráðnum hjá ST, tí hon vil ikki, at venesuelski forsetin, Hugo Chavez, skal fáa ein talarastól í trygdarráðnum. Eitt latínamerikanskt land skal veljast í ráðið, og dysturin stendur millum Venesuela og Guatemala. USA og tey miðamerikonsku londini styðja Guatemala, meðan tey suðuramerikonsku styðja Venesuela. Avgerðin kann fella í dag.