Vil ikki friða Utøya

Norsku friðingarmyndugleikarnir vilja ikki friða Utøya, soleiðis sum avvarandi hjá teimum, sum doyðu har tann 22. juli í fjør, høvdu biðið um. Í svari til tey avvarandi sigur ríkisantikvarurin, at hann tekur ikki undir við at friða oynna við hendingini seinasta summar sum grundarlagi.

202 avvarandi høvdu skrivað undir áheitanina á myndugleikarnar um at friða oynna, tí tey vóru ímóti ætlanini hjá ungdómsdeildini hjá Arbeiðaraflokkinum at taka verandi bygningar niður og at endurbyggja oynna.

Tey avvarandi góðtaka ikki svarið frá ríkisantikvarinum og fara at kæra hana, sigur NRK.

Í einum átaki, sum var á Facebook, tóku meiri enn 2.600 fólk undir við at friða Utøya.