Seinastu seks árini hevur Mikkjal Helmsdal røkt sessin sum rektari á Føroya Studentaskúla og HF- skeiði í Hoydølum. Hann hevur nú sagt seg úr starvi frá 25. juli at rokna.
- Eg havi arbeitt ógvuliga intenst hesi árini. Umframt tær dagligu uppgávurnar, so havi eg lagt stóra orku í bæði at vera við í stýrisbólkinum, sum hevur arbeitt við nýggju miðnámsskúlaskipanini, og bygginevndini fyri Marknagilsdepilin. Eg síggi fyri mær, at komandi trý árini á skúlanum verða tung og strævin at koma ígjøgnum, og skal eg ikki brenna út, er tað nú eg skal royna okkurt nýtt, sigur Mikkjal Helmsdal.
Umstøðurnar stórur trupulleiki
Fráfarandi rektarin dylir ikki fyri, at vánaligu umstøðurnar, sum skúlin í Hoydølum hevur, hava havt stóra ávirkan á hansara gerandisdag sum rektari.
- Eg føli, at nógv tí er farin við at loysa praktiskar trupulleikar, av tí at karmarnir, sum skúlin virkar undir, eru, sum teir nú einaferð eru. Ein stóran part av tíðini, eg havi verið rektari, hevur skúlin verið undir umbygging, og tað hevur sjálvandi órógvað. Tað harmiliga er, at summir av trupulleikunum við skúlanum, kundu verið bøttir í góðari tíð, men einki er blivið gjørt, sigur Mikkjal Helmsdal og vísir á, at vánaligu umstøðurnar hava fylt nógv.
- Onkur tíðarskeið hava vánaligu umstøðurnar fylt rættiliga nógv. Eitt nú í 2010, tá vit fluttu úr gula bygninginum og máttu hava undirvísing tvær staðni í býnum. Vit stríddust við at finna eina loysn, og lonin bleiv so bygt afturat. At fáa alt tað praktiska at hanga saman serliga tá fylti nógv, greiðir Mikkjal Helmsdal frá.
Hann vísir á hølistrupulleikarnir ikki verða minni komandi árini.
- Vit hava manglað trý høli hetta skúlaárið, tað fara at mangla seks høli, tá skúlaárið byrjar aftur, og um tvey ár standa vit og mangla níggju høli. Tað tykist ikki, sum nøkur skilagóð loysn er á hølistrupulleikunum, sigur Mikkjal Helmsdal og heldur fram:
- Nú hava vit fingið at vita, at partar av undirvísingini skulu ganga fyri seg aðrastaðni úti í býnum, men umstøðurnar eru als ikki til, at næmingar og lærarar skulu ferðast aftur og fram. So tað er heldur ikki ein góð loysn.
Trek politisk skipan
Hesi seks árini, Mikkjal Helmsdal hevur virkað sum rektari, hevur hann hildið tað verið torført at samstarva við politikkararnar.
- At arbeiða við politisku skipanini hevur sínar baksíður, tí tað hevur verið ógvuliga trekt at fingið átrokandi mál ígjøgnum. Tað er ikki lætt at fáa pláss fyri teimum námsfrøðiligu atlitunum. Onnur atlit verða tikin framum tey, ið eru góð fyri næmingarnar og skúlan, heldur Mikkjal Helmsdal fyri.
- Skalt tú fáa nakað ígjøgnum, so mást tú klára at leggja títt mál soleiðis fram, at tað eisini er til fyrimuns fyri tann politikaran, sum skal taka endaligu avgerðina, sigur Mikkjal Helmsdal.
Hóast politikarar javnan føra fram, at útbúgving er vegurin fram og lykilin til framtíðina, so saknar fráfarandi rektarin vekt aftan fyri orðini.
- Øll siga tað sum eitt mantra, men tað eru fá í politisku skipanini, sum seta seg inn í, hvat innihaldið skal vera. Mínar upplivingar eru, at tað er torført at koma í dialog um tað, sigur Mikkjal Helmsdal.
Hann heldur, at hesi árini, hann hevur verið rektari, er ov nógv tíð farin við øðrum enn tí, sum hevur beinleiðis at gera við skúlan.
- Eg havi brúkt nógva tíð upp á umsiting og praktiskar uppgávur í mun til at fáast við veruliga leiðslu og námsfrøðiliga menning.
Farvæl til Marknagil
Um alt gongur sum ætlað, so stendur Marknagilsdepilin klárur um góð trý ár. Mikkjal Helmsdal irðar seg tó á ongan hátt, at hann ikki verður partur av nýggja skúladeplinum.
- Eg havi havt mína ávirkan á Marknagilsdepilin. Fimm av mínum seks árum sum rektari havi eg verið við til at menna og fyrireika byggiskránna, arkitektakappingina í sambandi við verkætlanina og annars arbeitt við planlegging og projektering av deplinum, sigur Mikkjal Helmsdal og heldur fram:
- Tá eg hugsi um manglandi tilfeingið á skúlaøkinum í dag, og tey signalini eg fái frá politisku skipanini, so verður ikki frægari komandi trý árini, meðan bíðað verður eftir marknagilsdeplinum. Eg veit ikki, hvussu meiningsfult tað er at fara í Marknagilsdepilin, um mann ikki kann fylla nøktandi innihald í skúlan. Út frá tí hugsanini, so veit eg ikki um tað er nøkur spennandi avbjóðing at fara í Marknagilsdepilin, sigur Mikkjal Helmsdal, sum tó fegnast um, at hann hevur verið við til at ment verkætlanina við nýggjum miðnámskúladepli í Marknagili.
- Sjálvandi kundi verið stuttligt at verið við og uppliva byrjanina av skúlanum í Marknagili, men hinvegin, so havi eg verið við til at forma nakað nýtt seinastu seks árini, og tað eri eg glaður fyri.
Rektari í Danmark
Frá 1. august tekur Mikkjal Helmsdal við sum rektari á Vestjysk Gymnasium í Danmark. Hann dylir ikki fyri, at hann fer at sakna starvsfelagarnar og dagligu gongdina í Hoydølum.
- Vit hava havt eitt gott arbeiðsklima á skúlanum. Hóast nógv ting ikki rigga væl á skúlanum orsakað av vánaligu umstøðunum, so hava vit eitt gott fakligt umhvørvi. Vit hava gjørt nógv við vitanardeiling, og harvið lyfta vit hvønn annan upp fakliga. Hugurin at fremja góða undirvísing er har, og tað hevur eina postiva ávirkan á næmingarnar, sigur Mikkjal Helmsdal, sum ætlar sær at vera rektari í Danmark á sama hátt, sum hann hevur verið tað í Føroyum.
- Eg haldi fram við einum máta at leiða uppá, har eg lurti eftir starvsfeløgunum og royni at skapa góðar, tryggar og greiðar karmar fyri lærarar og næmingar í tann mun, karmarnir loyva tí, sigur Mikkjal Helmsdal, sum hevur góð ráð til komandi rektaran í Hoydølum.
- Viðkomandi skal samstarva væl við starvsfólkini og úteftir seta innihald í skúlaskipanina á dagsskránna. Harafturat eigur rektarin at krevja svar frá politisku skipanini og krevja tiltøk frá politisku skipanini fyri at tryggja at miðnámssskúlarnir eru eisini innihaldsliga á høgum støði.










