Vil hvørki lova løgmanni pening ella stuðul

Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins og formaður í fíggjarnevndin, vil ikki játta løgmanni eyka pengar til at seta tænastumannakanning í verk ímóti tveimum aðalstjórum, soleiðs sum løgmaður boðaði frá í morgun. Samstundis skal bráðfeingis løgfrøðingur setast á Skrásetingini at kanna eftir, um løggildingin kann takast frá nógv umrøddu grannskoðarunum.

Og Jørgen Niclasen vil heldur ikki lova løgmanni politiskan stuðul til at seta kanningina í verk.

Hann sigur, at higartil hevur fíggjarnevndin hildið fast um, at tá ið landsstýrið biðjur um eina eykajáttan til eitt endamál, skal tilsvarandi sparing finnast onkra aðrastaðni.

Og hann metir, at tað er eitt krav, sum fíggjarnevndin fer at halda fast um, sama hvat endamál, eykajáttanin skal brúkast til.

- So vil landsstýrið brúka pening upp á eina tænastumannakanning, má tað eisini finna útvegir fyri at spara pening á øðrum økjum.

Men hann leggur afturat, at fær fíggjarnevndin eina umsókn frá løgmanni í hesum sambandi, verður hon sjálvandi viðgjørd og í hesum sambandi verður so eisini kannað eftir, hvat kanningin kostar og, hvat fæst burturúr.

Óvist er, hvat ein slík tænastumanning kostar, men helst verður talan um milliónaupphædd, tí ein vanligur kanningarstjóri hevur kostað landskassanum fleiri hundraðtúsund krónur og ein tænastumannakanning er nógv meiri umfatandi.

Annars vísir Jørgen Niclasen eisini á, at tænastumannafelag Landsins hevur eisini ivast í grundarlagnum undir kanningini og tað er eisini ein spurningur, sum má viðgerast.

Hann vísir á, at Løgtingsins Umboðsmaður hevur longu kannað málið og spurningurin er um møguligar niðurstøður ikki kundu verðið tiknar út frá tí, heldur enn at gera tvær kanningar afturat.