Vil hoyra ónøgdar áskoðarar

Forsetin í japanska fótbóltssambandinum, Motoaki Inukai, vil hava, at áskoðararnir skulu ýla eftir sínum liði, tá tað ikki gongst eftir vild. Japan spældi í farnu viku málleysar javnleikir móti Venezuela og Kina, og tað hevur fingið forsetan til at krevja meira av liðnum. – Tað er gott fyri spælararnar, um áskoðararnir ýla eftir teimum, tí tað motiverar teir. Vit kunnu ikki spæla í 180 minuttir uttan at skora, tá vit spæla í HM, sigur Inukai við Reuters.