FC Barcelona og Arsenal hava seinastu tíðina stríðst um at tryggja sær áleyparan hjá Celta Vigo, Nolito, sum hevur skotið átta mál í La Liga hetta kappingarárið.
Í dag skrivar spanska blaðið Sport, at Nolito hevur betri hug at fara til FC Barcelona, har hann áður hevur spælt á eykaliðnum undir leiðslu av núverandi høvuðsvenjaranum, Luis Enrique.
Í sponskum miðlum verður mett, at 29 ára gamli Nolito kostar umleið 140 milliónir krónur.










