FYRI 25 ÁRUM SÍÐANI
28. februar 1976
Tey nógv umrøddu píkadekkini vóru fyri í býráðnum í Havn hóskvøldið. Ólavur Michelsen hevur sent býráðnum bræv um píkadekkini og ferðsluna í býnum og mælir til, at bert hýruvognar fáa loyvi til at brúka píkadekk. Samstundis skjýtur Ólavur Michelsen upp, at bilar av bygd eisini skulu fáa loyvi at brúka píkadekk treytað av, at teir koyra eftir ávísum gøtum til og frá býnum.
Í brævinum, sum er ætlað teknisku nevnd, sigur Ólavur Michelsen, at uppskot um alvegis bann av píkadekkum letur seg neyvan seta í verk. Hugsað verður um her at avmarkað nýtsluna soleiðis, at bert hýruvognar í Havn fáa loyvi at brúka píkadekk í býnum, og at avbygdabilar fáa loyvi til at koyra til ávís parkeringspláss, t. v. s. at teir ikki fáa loyvi at koyra runt í býnum við píkadekkum.
Stoypi vegastrekki
Ólavur Michelsen skjýtur eisini upp, at eitt nógv trafikerað vegastrekki verður stoypt sum ein roynd til tess at fáa klárlagt, um tað er beint at gera betongvegir í miðbýnum. Ólavur Michelsen sigur, at vegirnir í Havn versna ár undan ári, og at allar higartil gjørdar kanningar hava einki úrslit givið. Hann mælir til nýggjar leiðir, og at royndir eisini verða gjørdar við ymiskum øðrum asfalteringsháttum.
Ólavur Michelsen skjýtur upp at áleggja býarverkfrøðinginum vegna býráðið at áseta hámark fyri aksiltrýst á bilum, sum koyra í Havn. Hann sigur í hesum sambandi, at teir tungu lastbilarnir gera sítt til at oyðileggja gøturnar í Havn. Sambært ferðslulógina hevur fútin eftir áheitan frá býráðnum heimild til at avmarka aksiltrýstið á bilum. Umhugsað eigur eisini at verða, um hin tunga ferðslan kann beinast til ávísar vegir, sigur Ólavur Michelsen í brævi sínum til býráðið og teknisku nevnd.