Vil hava útihýstir stavir við í føroyska stavraðið

Stavirnar c, q, w, x og z, skulu við í føroyska stavraðið, tí tað hevur týdning at vit fáa brúkt okkara skriftmál til fulnar, heldur løgtingsmaður

Vit eiga at fáa stavirnar, c, q, w, x og z við í føroyska stavraðið. Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður. Hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at føroyingar og ymiskir fakbólkar hava frælsi til at brúka okkara skriftmál til fulnar. Tí hevur hann nú spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, um hann hevur nakrar ætlanir á hesum økið. Hann vil eisini hava eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um hesi viðurskifti.

 

Johan Dahl vísir á, í 2013 og í 2014 vóru tað nógvir føroyingar, sum mótmæltu, at føroyska stavraðið varð skert, sum hann sigur. Hann vísir eisini á, at ein kanning vísti, at bara 30 prosent av føroyingunum tóku undir við skerjingini, og at 70 prosent vildu hava eitt óskert stavrað.

 

– Eisini aðrir áhugabólkar og fólk við áhuga fyri føroyska málinum, vístu sína misnøgd og gjørdu sínar almennu viðmerkingar til at stavraðið varð skert. Ein onnur kanninfg vísti, at 64 prosent av føroyingum taka undir við, at c, q, w, x og z skulu vera við í føroyska stavraðnum og 26 prosent. søgdu nei. Men meirilutin í Málráðnum helt tó fast við sítt so at stavraðið varð skert fimm bókstavir, nevniliga c, q, w, x og z.

 

Hinvegin vildi minnilutin í Málráðnum varðveita tað latínska stavraðið í fullari longd eins og allur vesturheimurin.  Johan Dahl sigur, at eftir lógini um Málráðið stendur at eftir trimum árum skal landsstýrismaðurin leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið um, hvussu lógin virkar eftir ætlan.

 

Hann heldur, at hendan eftirmetingin eigur at verða løgd fyri Løgtingið til eitt aðalorðaskifti – eisini fyri at vita um tað skerda stavraðið ikki eigur at víkja fyri okkara stavraðið, sum vit brúka hvønn dag og sum fólkið vil hava, sigur Johan Dahl.