Vil hava trygd fyri at lív og heilsa ikki aftur verður sett í váða

Løgtingsmaður vil hava at vita, hvat Eyðgunn Samuelsen ætlar sær at gera

 Hvat ætlar Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sær at gera, fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki aftur verður sett í váða í einum verkfalli.

 

Tað vil Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú hava at vita. Hann sipar til verkfallið hjá pedagogunum rundan um ársskiftið, tá ið búfólk á stovnum undir almannaverkinum, komu illa fyri, tí tey fingu ikki neyðugu hjálpina.

 

Brandur Sandoy, sum hevur sæti á Løgtingið í løtuni fyri Jápup Mikkelsen, sigur, at beint eftir verkfallið hjá pedagogunum lovaði landsstýriskvinnan at taka stig til at fyribyrgja, at hendan støðan tók seg upp aftur. 

 

– Nú tveir mánaðir eru farnir, er onki nýtt at frætta um hetta mál, og landsstýriskvinnan hevur heldur ikki lagt nakað uppskot fyri tingið, sum bøtir um korini hjá teimum veikastu, tá ið verkfall er, sigur hann

 

Brandur Sandoy vísir á, at stjórin í Almannaverkinum segði fleiri ferðir undir verkfallinum, at lív og heilsa varð sett í vanda hjá búfólkum á stovnum undir Almannaverkinum. Tosað varð um at seta óhefta metingarnevnd við fakfólki at taka støðu til, hvørji undantøk skuldi gevast frá einum slíkum verkfalli, men tað fekst ikki semja um tað.

 

Løgtingsmaðurin sigur, at eitt hevur verkfallið hjá pedagogunum lært okkum, og tað er, at í eini slíkari støðu eru tað tey veikastu fólkini í samfelagnum, sum eru tað sterkasta verkfalsvápnið.

 

– Tað er mín sannføring, at styrkin hjá einum landi má metast eftir, hvussu tað tekur sær av teimum, sum hvønn tíma í samdøgrinum hava brúk fyri, at onnur eru um tey og veita neyðugu hjálpina, sigur Brandur Sandoy.

 

– Vit eiga sum framkomið samfelag ikki at góðtaka, at okkara veikastu koma í klemmu eina ferð afturat, og eiga sum samfelag at tryggja, at í øllum umsorganarfak finnast aðrar loysnir á arbeiðsósemjum, og tá ið vit standa í støðuni næstu ferð, er ov seint at handla, leggur hann afturat.