Vil hava trý sjúkrahús

- Øll trý sjúkrahúsini eiga sítt natúrliga og avgerandi pláss í samfelagnum, sigur borgarstjórin í Klaksvík

Øll trý sjúkrahúsini eiga sítt natúrliga og avgerandi pláss í samfelagnum, og tað skapar bert ótryggleika og misnøgd at tosa um niðurlagingar og niðurleggingar.

 

Tað sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, í lesarabrævi á in.fo í dag.

 

Hann sigur, at fasta sambandið hevur ikki tikið grundarlagið undan Klaksvíkar Sjúkrahúsi, men hevur í staðin styrkt grundarlagið og hevur staðfest týdningin, sum sjúkrahúsið hevur fyri føroyska heilsuverkið og samfelagið.


- Tí tykist tað næstan óveruligt, at løgmaður og onnur skilafólk nú aftur eru farin at rópa hart um at sentralisera sjúkrahúsverkið – sjálvandi undir skálkaskjóli av felags leiðslu og størri samskipan av teimum trimum sjúkrahúsunum. Trupulleikin í føroyska sjúkrahúsverkinum er ikki á Tvøroyri ella í Klaksvík, og tað er at hótta vælvirkandi og týdningarmiklan part av føroyska heilsuverkinum at tosa um at niðurlaga tey smáu sjúkrahúsinum, sigur Jógvan Skorheim.

 

Tað tænir ongum endamáli og fer bara at koma aftur um brekku, um smærru sjúkrahúsini skulu líða undir, at Landssjúkrahúsið skal hava betur umstøður. Eru trupulleikar í heilsuverkinum, farið so eftir veruligu trupulleikunum og latið verða við at leggja fót fyri væl týdningarmiklar partar av heilsuverkinum úti um landið. Øll trý sjúkrahúsini eiga sítt natúrliga og avgerandi pláss í samfelagnum, og tað skapar bert ótryggleika og misnøgd at tosa um niðurlagingar og niðurleggingar, sigur borgarstjórin og heldur fram:

 

Og sokallaðir landspolitikkarar í meginøkinum áttu at havt dirvi til at fyrihildið seg til veruligu trupulleikarnar í samfelagnum – og í heilsuverkinum – heldur enn at billa fólki inn, at fáa teir bara spakan undir smáu sjúkrahúsini og flyta alt til Havnar, so verður alt gott, sigur Jógvan Skorheim.

 

Les alt lesarabrævið her