Frimodt Rasmussen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, ivast í um tað er neyðugt at byggja nýtt Tjóðleikhús í Havn. Tað segði hann, nú Løgtingið umrøddi ólavsøkurøðuna hjá løgmanni og í tí sambandi varð spurningurin um nýtt tjóðleikhús eisini havdur á lofti.
Ein ætlan fyriliggur um at byggja nýtt tjóðleikhús á Bursatanga, men tað er ein ætlan, sum tað ikki er semja um. Eitt nú hevur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, kalla tað eina totalt vanvittiga ætlan. Hann sigur, at longu sum er, er tað alt ov trongligt á Bursatanga. Sostatt er farmaflutningur og bilaflutningur til og frá Smyrli, ein stórur ruðuleiki, sum elvir til, at Smyril er forsinkaður hálvar og heilar tímar fleiri túrar hvørja viku.
Hann hevði væntað, at umstøðurnar fóru at batna, tá ið Norrøna flytir út í nýggja havnarlagið at liggja, men verður tjóðleikhús so bygt á Bursatanga ístaðin, verður tað ruðulleiki, tí so verður einki pláss eftir til bilar og farm í sambandi við Smyril. Hann minnir eisini á, at Bursatangi er miðdepilin í landinum fyri allar Bygdarleiðir, tí teir hava miðstøð á Farstøðina.
Les meiri um tað er: Hetta kunnu suðuroyingar ómøguligt góðtaka
Eisini Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, reisti spurningin, tá ið spurdi partamannin, Frimodt Rasmussen, hvat hann helt um ætlanina at byggja nýtt tjóðleikhús.
Frimodt Rasmussen er eisini klaksvíkingur og hann vísir á, at í Klaksvík eru tey longu í ferð við at byggja eitt nýtt, stórfingið mentanarhús við plássum til kanska eini 700 fólk. Og hann heldur, at tað hevði verið eitt gott hugskot at gjørt tað til tjóðleikhús, heldur enn at byggja tað á pullartarnar í havnarlagnum í Havn. Summi halda, at tað er ikki neyðugt við einum havnarlagi, men hví skulu vit byggja eitt nýtt tjóðleikhús á havnarlagnum í Havn, tá ið eitt mentanarhús er í gerð í Klaksvík, spurdi hann. Tað hevði verið eitt gott stig at tikið, at flutt Tjóðleikhýsið til Klaksvíkar helt hann - og í Suðuroy hava vit Mentanarhúsið Salt á Drelnesi, legði hann afturat.
Frimodt Rasmussen er ikki einasta tinglimur í samgonguni, sum ikki heldur at Bursatangi er rættað staðið at byggja nýtt tjóðleikhús. Meiri um tað seinni í dag.