Vil hava tøl á borðið um tey trý sjúkrahúsini

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, skal nú svara eini røð av spurningum um tey trý sjúkrahúsini

Tað er neyðugt at fáa tølini á borðið fyri at hava nakað at taka støðu til.

 

Tað heldur Elsebeth mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin. Og tískil hevur hon nú sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, eina røð av spurningum um, hvat virksemi er á teimum trimum sjúkrahúsinum. Og tað skal landsstýriskvinnan so greiða Løgtinginum frá í næstum.

 

Í hesum sambandi skal hon bæði svara spurningum um innleggingar, starvsfólkatal, og annað, og spurningarnir eru hesir:

 

1. Hvussu nógvir seingjardagar eru á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum?

2. Hvat er sjúklingatalið og innleggingartalið í prosentum á hvørjum av teimum

trimum sjúkrahúsunum, sundurgreinað á sjúkradeildir fyri 2016 og fyrra hálvár

2017?

3. Hvussu nógvar innleggingar eru á teimum ymisku deildunum á sjúkrahúsunum

árliga, og hvussu nógvar av hesum eru akuttar?

4. Hvussu stórt er ambulanta virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum árliga?

5. Hvussu nógvar vitjanir eru á skaðastovunum á teimum trimum sjúkrahúsunum

árliga?

6. Hvussu nógvar vitjanir eru hjá vaktlæknanum 1870 árliga, 2016 og fyrra hálvár

2017?

7. Hvussu nógvar vitjanir hevur koyrilæknin árliga, 2016 og fyrra hálvár 2017?

8. Hvussu nógv ársverk eru á teimum trimum sjúkrahúsunum?

9. Hvussu er vaktarskipanin uppbygd á teimum trimum sjúkrahúsunum (forvakt,

millumvakt, bakvakt) býtt út á sergreinar?

10.Hvørjir starvsfólkabólkar manna vaktarskipanina?