Í Ísrael er Benjanmin Netanyahu, forsætisráðharri, í ferð við at savna sær politiska undirtøku fyri einum hernaðarligum tiltaki ímóti Iran. Tað siga ísraelskir fjølmiðlar.
Teir vita millum annað at siga, at í síðstu viku sendi Netanyahu sín varaforsætisráðharra á fund við Ovadias Yosef, sum stendur á odda fyri Shah-flokkinum, og at endamálið var at fáa flokkin at taka undir við einum álopi á mál í Iran. Sum skilst skal Ovadias Yosef hava svarað, at flokkurin er til reiðar at taka undir við einum álopi, um tað verður gjørt í samráð við amerikanararnar.
Sambært ísraelsku fjølmiðlunum hevur Benjamin Netanyahu ikki meiriluta í stjórnini fyri einum álopi á mál í Iran. Netanyahu hevur fyrr sagt, at Ísrael er til reiðar at oyðileggja kjarnorkuútbúnaðin í Iran, um landið metir tað vera neyðugt.