Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur nú sent landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, ein fyrispurning um fátækramarkið.
Hin 24. februar 2011 legði Miðflokkurin uppskot fyri Løgtingið um ásetan av einum føroyskum fátækramarki. Knappar tríggjar mánaðir seinni samtykti tingið álitið frá trivnaðarnevndini, og ein arbeiðsbólkur av serkønum varð settur at útgreina, hvat í minsta lagi skal til hjá einum húsarhaldi, fyri at kunna hava sámilig livikor. Hetta arbeiði skuldi so verða grundarlagið undir einum lógaruppskoti at leggja fyri Løgtingið.
- Ætlanin varð, at nevndararbeiðið, skuldi verða liðugt 1. apríl 2013, og hesin dagur er fleiri ferðir váttaður av landsstýriskvinnuni. Men nú vit eru komin væl inn í juni mánað, er enn einki frætt frá nevndini, sigur Jenis av Rana.
Hann vísir landsstýriskvinnuni á, hvussu fátækramarkið er ásett í øðrum londum.
- Í mongum londum verður miðvíst arbeitt fyri at staðfesta og loysa hendan stóra trupulleikan. Nevnast skal, at í USA verður mett, at heili 15 % av íbúgvunum liva undir fátækramarkinum- og er hetta tal enntá vaksandi. Í Danmark hevur ein serfrøðinganevnd júst lagt seinastu hond á sítt arbeiði, og áseta tey, at tú er fátækur, um tú í trý ár hevur livað fyri eina upphædd, sum er helvtin av einari meðalinntøku. Útfrá hesi definitión liva 42000 danir undir fátækramarkinum, tí hesi hava eina inntøku minni enn 103.200 kr árliga aftaná skatt, staðfestir Jenis av Rana, sum heldur, at politikararnir goyma seg handan manglandi føroysku tølini.
- Umráðandi er, at vit fáa greið tøl á borðið, so politiski myndugleikin, heldur enn aftur og aftur at krógva seg aftanfyri manglandi tøl, kann fara miðvíst til verka við politiskum átøkum, við tí endamáli at minka um og fáa burtur fátækradømið í Føroyum, einum av heimsins ríkastu londum, sigur Jenis av Rana.