Vil hava størri vald á kommununum

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, vil hava størri vald til at krevja av kommununum, at tær skulu gjalda skuld niður. Í hesum sambandi ætlar hann nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva honum heimild til at krevja av kommunum, sum hava meiri enn 1,2 álíkning í bruttoskuld, at

tær skulu brúka fíggjarognir til at rinda skuld niður við.

Her skal leggjast til merkis, at talan er um bruttoskuld og ikki nettoskuld. Tað merkir, at tað, sum ein kommuna eigur av pengum, skal ikki mótroknast fyrst.

Landsstýrismaðurin hevur nú sent málið til hoyringar hjá avvarðandi pørtum, áðrenn hann leggur tað fyri Løgtingið.

Sum lógin er nú, hevur landsstýrismaðurin heimild at áleggja kommunum við størri nettoskuld enn eina álíkning, at broyta fíggjarætlanina.

- Tann heimildin er tó einans viðvíkjandi nettoskuldini hjá kommunum. Men fyri at hava tryggar og javnar fíggjarkarmar hjá kommununum, er eisini neyðugt at seta mark fyri, hvussu stóra bruttoskuld tær kunnu hava, sigur hann.