Á eykaaðalofundinum hjá SEV fríggjadagin boðaði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, frá, at hann á komandi aðaldfundi fer at skjóta upp, at nevndin hjá SEV gerst ein serfrøðinganevnd.
- Vit eiga at fáa serførði inn í nevndina. Vit síggja tað hjá øllum størri fyritøkum, so sum Tryggingarfelagnum Føroyar, Bakkafrost og bankunum, sigur Heðin Mortensen.
SEV sjálvt hevur serfrøðingar í sínari fyrisiting, so tað er ikki har, tað haltar.
- Nevndin skal jú standa inni fyri hundraðtals milliónum, bæði í íløgum og í rakstri, og tí má nevndin hava serfrøði bæði á tekniska økinum, á roknskaparøkinum og á søluøkinum, sigur Heðin Mortensen.
Hann mælit tí til, at vald verður ein trímanna nevnd av serfrøðingum, sum kann verða knýtt at politiskt valdu nevndini.
- Rakstur, íløgur og fyrisiting er alt flættað saman politiskt, og tað hevði ein slík trímanna serfrøðinganevnd forða fyri, sigur Heðin Mortensen.










