Vil hava Rooney við til EM

Enski landsliðsvenjarin vil hava sín mest roynda spælara við til EM endaspælið

Wayne Rooney hevur ikki verið teir seinastu seks dystirnar hjá Manchester United. Áðrenn skaðan vísti hann ein form, sum hevur á einum lágum støði sammett við støði Wayne Rooney hevur havt onnur kappingarár. Hetta hevur fingið fleiri miðlar í Onglandi at leggja upp til, at enski landsliðsvenjarin, Roy Hodgson eigur ikki at taka Wayne Rooney út til hópin hjá Onglandi, sum skal royna seg í EM endaspælinum í Fraklandi komandi summar.

 

Roy Hodgson er tó alt annað enn samdur við metingunum hjá hesum miðlum: - Wayne Rooney er okkara liðskipari, og hann er tann mest royndi spælarin hjá okkum, slær landsliðsvenjarin fast, og vísur aftur, at Wayne Rooney ikki verður tikin út til EM-hópin hjá Onglandi.

 

- Er hann í venjing, so verður hann við í EM-hópinum, sigur Roy Hodgson við SkySports.