Vil hava Ribery

Chelsea-eigarin, milliarderurin, Roman Abramovich, hevur sambært enska blaðnum The Sun tosað við Uli Hoeness, stjóra í Bayern München, um eitt møguligt keyp av franska stórleikaranum, Franck Ribery.

Sambært blaðnum játtaði Hoeness at hava ein fund við Abramovich í vikuni, har russiski olju-barónurin fer at leggja eitt boð áljóðandi £40M, ella 346 milliónir krónur. Hetta er størsta upphædd, sum eitt enskt felag hevur latið fyri ein leikara. The Sun vil vera við, at týskarar eru so argir inn á »arrogansuna« í Real Madrid, at teir fegnir vilja selja til enska Chelsea í staðin. Hoeness hevur tó áður sagt, at Ribery ikki er til sølu.