Vil hava Rúsuna oman í miðbýin

- Tað hevði skapt nógv lív í, heldur býráðslimur

Vil hava Rúsuna oman í miðbýin

 

- Tað hevði skapt nógv lív, heldur býráðslimur í Havn

 

Nú býráðið roynir at fáa meiri lív í miðbýin, eiga vit eisini at fáa eina deild av Rúsuni í miðbýin.

Tað heldur Marin Katrina Frýdal, býráðslimur fyri Tjóðveldi.

 

Fleiri stig eru tikin til at fáa meiri lív í miðbýin. Uppihaldstrappa verður skjótt liður í Vágsbotni, Mylnan letur upp í Handilskjarnanum við baksturvørum, býráðið leigar hús út, og nú verður apotek, Kunningarstova, kaffistova, farstøð til bussar, umframt annað, í veghæddini í gamla bygninginum hjá BankNordik. Harumframt verða fleiri onnur átøk sett í verk í næstum.

 

Men Marin Katrina Frýdal heldur, at býráðið átti eisini sett seg í samband við Rúsuna um at latið eina deild upp í miðbýin.

 

BankNordik er farin úr Miðbýnum og Eik er á veg avstað. Samstundis er Posthúsið eisini farið.

Tað einasta, sum býráðið tekur stig til at fáa aftur í miðbýin, er eitt apotek.

 

Tí heitti hon á býráðið um at taka upp samráðingar við Rúsuna um at lata eina deild upp í miðbýnum.

 

Tað hevði verið fantastiskt at fingið Rúsuna oman í Miðbýin, tí tað hevði av álvara fingið lív í, heldur hon.

 

Bogi Andreasen ásannar, at Rúsan hevði sett lív í, men hinvegin ivast hann í, hvussu nógv postivt lív, ein Rúsa í miðbýnum hevði skapað, so vildi hann ikki lova at taka undir við.