fótbóltsprát
Basel, Sveis: Ein av broytingunum á føroyska liðnum til dystin leygardagin var, at Rógvi Jacobsen nú var at finna á beinkinum, eftir at hann annars hevur átt fast pláss á liðnum í gott ár.
Sjálvur viðgekk Rógvi eisini, at hetta var eitt vónbrot, tó at hann ikki var heilt skelkaður.
- Eg hevði ein varhuga av tí, nú pláss skuldi skapast fyri Claus Bech Jørgensen.
Tá hann so kom inn á vøllin, so var tað heldur á miðvøllinum, men heldur í álopsplássinum, sum hann hevur røkt í HB, og sjálvur helt Rógvi, at hetta gekk á eini leið.
- Tað nyttar jú einki at ganga runt og vera fornermaður, um tú ikki byrjar inni. Eg fór inn fyri at gera mítt besta, og serliga royndi eg at fáa tað defensiva upp á pláss, og tað gekk so nøkunlunda, haldi eg. Teir skoraðu í øllum førum ikki, tá eg var inni, segði Rógvi, sum tó mátti síggja bæði fimta og sætta sveisiska málið fara inn, meðan hann gjørdi seg til reiðar at koma á vøllin.
Og roknar tú so við, at tú í dag gjørdi nóg mikið, til at vinna plássið hjá tær aftur.
- Tað var so tað, sum eg royndi. Tað var eisini frustrerandi at síggja, hvussu illa spælið gekk. Eg royndi so at gera mítt, og so mugu vit síggja, um tað er nóg mikið. Tað vóni eg í øllum førum, segði Rógvi Jacobsen at enda.