Vil hava Obama

Tað vakti ans, tá svenski forsætisráðharrin, Fredrik Reinfeldt, í gjár segði, at hann vil helst hava Barrack Obama til amerikanskan forseta. Við tíðindafólk segði Reinfeldt fyrst, at hann hevði ikki verið serliga fegin, um ein republikanari vann forsetavalið í heyst. Tá tíðindafólkini spurdu, hvønn hann vildi hava, svaraði forsætisráðharrin, at hansara raðfesting er Barrack Obama sum nr. 1, Hillary Clinton sum nr. 2 og so republikanararnir John McCain og Mitt Romney sum ávikavist nr. 3 og 4. Svenskir eygleiðarar undraðust á, at Reinfeldt vildi hava ein demokrat til forseta, tá hugsað verður um, at hann hevur havt gott samband við republikanaran George W. Bush.