Norskir diplomatar hava drúgvar royndir sum semingsmenn í Miðeystri, Sri Lanka, á Balkan og aðrastaðni, og nú vil Norðurkorea hava teir at royna seg sum semingsmenn í ósemjuni um landsins kjarnorku.
Noreg hevur gott orð á sær sum semingsland og harafturat drúgvar royndir, og tað er okkara vón, at landið eisini kann royna at loysa hesa ósemjuna, sigur norðurkoreanski sendiharrin í Norðurlondum, Jon In Chan, við norska blaðið VG.
Norska uttanríkisráðið umhugsar at senda embætismannin Raymond Johansen til Norðurkorea í heyst. Sjálvur sigur Raymond Johansen við VG, at norðurkoreanska hugskotið er sera áhugavert, sjálvt um Noreg tekur lut í altjóða trýstinum á Norðurkorea fyri at fáa landið at sleppa ætlanini at útvega sær kjarnorkuvápn.