Vil hava Navnanevndina at loyva CXWQ og Z

Um almenna orðaskiftið, tingviðgerðirnar, nevndarálitið og samtyktin í tingmál nr. 16/2009 ikki fær Navnanevndina at loyva nøvnum, sum stavast við CXWQ og Z og annars eru í samljóði við navnalógina, so hava bæði Løgtingið og Navnanevndin ein trupulleika

Sjúrður Skaale, løgtingsmaður, spyr nú Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um hon kann upplýsa løgtinginum, hvussu tingmálið »Uppskot til samtyktar um klassiska latínska alfabetið« fer at ávirka politikkin hjá Navnanevndini. Hann vil eisini hava at vita, hvørji stig hon ætlarsær at taka um so er, at almenna orðaskiftið, tingviðgerðirnar, nevndarálitið og samtyktin í hesum máli ikki fær Navnanevndina at loyva nøvnum, sum stavast við CXWQ ella Z og annars lúka allar aðrar treytir í lógini.


Sjúrður Skaale sigur, at eftir nevndarviðgerð og tvær tingviðgerðir av tingmálinum var greitt, at ein greiður meiriluti á Føroya Løgtingi tekur undir við, at bókstavirnir CXWQ og Z eiga at vera í føroyska stavraðnum.


- Viðgerðirnar vístu kortini eisini, at nógv halda tað vera skeivt at áseta hetta beinleiðis í lóg, sigur Sjúrður Skaale.


Hann vísir á, at tí gjørdi ein samd mentanarnevnd, har umboð fyri fimm av seks flokkum sita, í staðin í áliti sínum eina staðfesting av politiska viljanum og við støði í hesum vilja eitt tilmæli, har sagt varð, at:


»1) Føroyar bara eiga at hava eitt stavrað

2) at hetta stavrað skal vera autoriserað, og

3) at tað skal hýsa stavunum CWQZ og X eins og stavrøðini í nærum øllum teimum málum, føroyskt er skilt við.«


Men í áliti sínum segði nevndin eisini, at:


»Spurningurin um stavraðið er ikki bara málfrøðiligur, men eisini politiskur. At ein avmarkað útgáva av stavraðnum var partur av grundarlagnum undir navnalógini hevði t. d. avgerandi týdning fyri hesa lóg. Ein óheppin avleiðing var, at óneyðuga mong nøvn fullu uttan fyri tað, sum góðkent verður.«


- Bæði undir 1. og 2. viðgerð av málinum í Løgtinginum kom eisini púra greitt fram, at stór misnøgd er við, at fólk ikki frítt sleppa at nýta nøvn, sum stavast við nevndu bókstavum. Navnanevndin hevur higartil, við støði í eini tulking av § 2 stk. 2 í lógini, ("Navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur") ikki loyvt nøvnum, sum stavast við nevndu bókstavum. Hóast undantøk verða gjørd, »tá ið uppkallað verður eftir fólki í ættini«, sigur Sjúrður Skaale.


Hann vísir á, at tað at Aleksandur, Kristian og Villiam eru í betri samsvari við føroyskar málreglur enn Alexandur, Christian og William, er ein sera ivasom tulking.


- Og at ávísir latínskir bókstavir verða bannaðir í føroyskum nøvnum, er als ikki í samsvari við føroyskan navnasið, heldur Sjúrður Skaale.


Hann heldur, at nú er greitt, at hetta heldur ikki er í samsvari við vilja Føroya Løgtings, sum hevur samtykt navnalógina.

- Navnanevndin, sum umsitur lógina vegna Løgtingið, fremur sostatt ikki Løgtingsins vilja í hesum spurningi. Hetta er ikki at lasta sitandi nevnd fyri, tí Løgtingið hevur ikki áður so greitt givið til kennar sína hugsan um júst hetta, vísir hann á.


Men nú hevur Løgtingið í tveimum orðaskiftum sagt sína meining, eins og Mentanarnevndin hevur gjørt í einum áliti til eitt uppskot, sum varð samtykt við 21 atkvøðum fyri, trimum blonkum og ongari ímóti.


Harumframt hevur ein veljarakanning víst, tað ikki er meiriluti fyri at útihýsa ávísum latínskum bókstavum úr okkara alfabeti.

- Eingin ynskir, at smálutir í arbeiði Navnanevndarinnar skulu stýrast við lóg. Navnalógin skal vera ein karmur, og nevndin skal taka sínar fakligu avgerðir innan henda karm. Men um avgerðir nevndarinnar, sum í hesum føri, ganga beint ímóti Løgtingsins vilja, so er eingin ivi um, at nevndin eigur at broyta kós, heldur Sjúrður Skaale.


Og hann heldur, at tað kann hon gera frá degi til dags. Hennara uppgáva er at »gera leiðbeinandi lista við fornøvnum og at endurskoða hann javnan,« og at gera av, »um nøvn, sum ikki eru á navnalistanum, kunnu verða givin.«


- Hesar ásetingar um uppgávur nevndarinnar geva henni fulla heimild til at ganga Løgtingsins vilja á møti, heldur Sjúrður Skaale, sum heldur, at um almenna orðaskiftið, tingviðgerðirnar, nevndarálitið og samtyktin í tingmál nr. 16/2009 ikki fær Navnanevndina at loyva nøvnum, sum stavast við umrøddu bókstavum og annars eru í samljóði við navnalógina, so hava bæði Løgtingið og Navnanevndin ein trupulleika.