Vil hava nágreinilig tøl á borðið

Vil hava nágreinilig tøl á borðið

Herfyri vísti Hagstovan á, hvussu nógv sjúkrahúsverkið er ment hesi seinastu 10 árini. Í hesum sambandi varð víst á, at í 2020 eru yvir 100 starvsfólk fleiri á sjúkrahúsunum enn fyri 10 árum síðani. Serliga er talið á sjúkrarøktarfrøðingum økt, men upp á seg er talið á læknum eisini økt rættiliga nógv.

 

Men nú vil Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, hava tøl á borðið fyri, hvussu nógv starvsfólkatalið í sjúkrahúsverkinum er hækkað, ella lækkað, undir teimum ymsu samgongunum, sum hava verið hesi seinastu 10 árini.

 

Tí vil hann hava Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, at greiða frá, hvussu nógv talið á læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, og øðrum starvsbólkum, hækkaði, ella lækkaði undir samgonguni frá 2011 – 2015 og hvussu talið hækkaði ella lækkaði undir samgonguni frá 2015 – 2019. Og at enda vil hann hava at vita, hvussu nógv starvsfólkatalið er hækkað ella lækkað higartil undir hesi samgonguni.

 

Men í hesum sambandi vísir hann á, at í sambandi við koronu, eru fleiri starvsfólk sett í starv. Men fyri at kunna samanbera tølini skal landsstýrismaðurin draga tey eyka starvsfólkini frá, sum eru sett í starv í sambandi við koronu.

 

Hendan samgongan hevur annars fleiri førir ført fram, at heilsuverkið er ongantíð so nógv ment sum undir hesi samgonguni.