Vil hava nólsoyarferju á breddan

Ein tann, ið man hava arbeitt harðast fyri at útvega nólsoyingum bestu umstøður, bæði tá hugsað verður um havnarlag og flutningsumstøður annars, er helst Bjarni Djurholm, og nú vil hann hava landsstýrið at taka nýggja nólsoyarferju við í fíggjarætlanina fyri 2012.

Jóhan Dahl var leingi heitur talsmaður fuyri at fara undir at byggja nýggja nólsoyarferju longu í hesum valskeiðinum. Hann hevði eitt nú ætlanir at flyta 20 ónýttar milliónir frá bygging av nýggjum vaktarskipi til eina nýggja nólsoyarferju, men henda ætlan gjørdist tó ikki til nakað.
20 milliónir høvdu annars verið helmingurin av kostnaðinum fyri nýggja nólsoyarferju, og tá ætlanin var, at hendan skuldi byggjast á føroyskari skipasmiðju, hevði tað bæði tryggjað arbeiðspláss og varðveitt ta serfrøði, ið skipasmíð nú einaferð er.
Nú vil Bjarni Djurholm so hava nýggja nólsoyarferju á breddan aftur, og hann hevur tí í dag borið eitt uppskot niðan í Tingið, um at taka nýggja nólsoyarferju við í fíggjarætlanina fyri 2012.
Uppskotið í sjálvum sær er stutt og greitt:
»Heitt verður á landsstýrismannin í vinnumálum um at raðfesta nýggju nólsoyarferjuna soleiðis, at hon verður framskundað og verður við í løguætlanini hjá landsstýrinum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2012«.
Í viðmerkingunum verður sagt, at fyrra ABC-landsstýrið fyrireikaði nýggja nólsoyarferju. Og á heysti 2007 var skitsuppskotið liðugt og skipað varð fyri kunning fyri bygdarfólkinum í Nólsoy um nýggju ferjuna.

Málið fall burtur
Landsstýrið hevði á heysti 2007 skotið upp á fíggjarlógini fyri 2008, at settar vóru fýra milliónir krónur av til projektering av skipinum. Projekteringin skuldi vera liðug á heysti 2008 og byggingin byrja við ársenda sama ár.
Nýggj nólsoyarferja kostaði góðar 40 milliónir krónur, og var ætlanin at játta peningin yvir tvey fíggjarár.
Harumframt bleiv Løgtingið í 2007 biðið um eina millión krónur at dýpa innsiglingina til Nólsoyar Havn, so at innsiglingin gjørdist betur egnað til størri ferju.
- Men val varð útskrivað, áðrenn fíggjarlógin fyri 2008 bleiv samtykt. Sostatt datt nólsoyarferjan og dýpingin tíverri burtur, sigur Bjarni Djurholm í viðmerkingunum.
Og hann sigur víðari:
»CHE-samgongan, sum koma aftaná, valdi ikki at hava nólsoyarskipið við á fíggjarlógini fyri 2008, hóast allar fyrireikingar frammanundan vóru greiddar, so at farast kundi undir projekteringina. Var nólsoyarskipið frá 2007 annars realiserað, so var nýggja ferjan liðug fyri ári síðani«.
- Tá so nýggja ABC-samgongan kom var væntandi, at nýggja nólsoyarferjan aftur kom á skrá, men landsstýrismaðurin, sum nú umsat nólsoyarfarleiðina valdi heldur at umvæla Ternuna og seta hana á farleiðina. Ternan er ikki er best egnaða skipið, umframt at hon er avloysararskip hjá SSL,l sigur Bjarni Djurholm.
Sostatt var næstbesta loysnin vald, og var tað spell, tá avleiðingarnar javnan ávirka ferðasambandið millum Nólsoy og Havnina negativt.

Útilokað til 2016
Einasta rætta er, at byggiætlanin frá 2007 aftur kemur á skrá, so nólsoyingar fáa nýggja tíðarhóskandi ferju, bert ætlað til farleiðina um Nólsoyarfjørðin. Tað er klárt at fara undir projekteringina.
Eitt byggiprojekt, sum eisini man koma væl við hjá føroyskum byggismíði, gevur arbeiðspláss og víðkar um ekpertisuna hjá vinnuni.
?Skal Nólsoyggin mennast og bygdafólkið annars støðast, so er høvuðsfortreytin, at nólsoyingar fáa nýggja ferju til flutning um fjørðin. Tað er púra øvugt, at nólsoyingar, frá at hava Rituna burturav, nú eru endaðir við einum avloysaraskipi.
?Í mai-mánaða í ár samtykti minnilutasamgongan og teirra stuðulsflokkar íløgur fram til 2016, har nólsoyarskipið tíverri ikki var við. Tað var stórt spell og til skaða fyri ætlaðu ferjubyggingina.
- Tí verður skotið upp, at landsstýrið fær nólsoyraferjuna við í íløgukarmin fyri komandi trý árini og leggur hetta fyri Løgtingið í fíggjarlógini fyri 2012, sigur Bjarni Djurholm.
Enn er ikki greitt, nær málið fær fyrstu viðgerð í Løgtinginum.