Almenni ákærin í Egyptalandi hevur gjørt av at kæra dómin, sum fyrrverandi forsetin Hosni Mubarak og nakrir av hansara næstu monnum fingu fyri tveimum mánaðum síðani. Ákærin krevur, at úrskurðurin hjá rættinum verður ógildaður, og at málini verða tikin uppaftur.
Mubarak og Habib al-Adly, fyrrverandi innanríkisráðharri, fingu lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava viðvirkað til, at meiri enn 800 mótmælisfólk doyðu í mótmælunum kring Egyptaland í februar í fjør. Seks týðandi yvirmenn í løgregluni vórðu harafturímóri fríkendir. Nógvir egyptar vóru í øðini inn á avgerðina hjá rættinum og serliga tað, at løgreglumenninir blivu fríkendir, og longu dagin eftir boðaði ákærin frá, at hann fór at kæra úrskurðin.
Synirnir hjá Mubarak, Alaa og Gamal, vórðu ákærdir fyri korrupsjón, men rætturin vísti ákærunum burtur, tí hann metti málini vera fyrnað.










