Vil hava meiri olju

Týski kanslarin, Gerhard Schrøder, stúrir fyri teimum høgu oljuprísunum, og nú vil hann hava tey oljuframleiðandi londini til at økja framleiðsluna fyri at tálma prísunum.

Mánadagin hitti Schrøder forsætisráðharran í Kuwait, Sabah al-Ahmed al-Sabah, og á fundinum bað hann tey oljuframleiðandi londini hava størri ans fyri heimsbúskapinum. Tað var kortini ikki líkt til, at orð hansara ávirkaðu kuwaitiska stjórnarleiðaran, tí hann svaraði, at OPEC-londini fara eftir øllum at døma at halda fram við somu framleiðslu sum nú.

Kuwait hevur í løtuni formansskapin í OPEC. Felagsskapurin fer at halda fund seinni í hesum mánaðinum, men eygleiðarar vænta ikki, at londini fara at økja framleiðsluna fyri at tálma oljuprísunum.