Vil hava meiri ferð á

Í Ísrael vil Ariel Sharon, forsætisráðharri, hava meiri ferð á abeiðið at byggja trygdarmúrin á Vestara Áarbakka.

- Tykkum nýtist ikki at hugsa um, hvat tað kostar. Tit skulu bara seta meiri ferð á, so múrurin verður skjótari liðugur, segði Ariel Sharon, tá hann fyrr í vikuni var og vitjaði teir, sum byggja tann umstrídda trygdarmúrin ígjøgnum Vestara Áarbakka.

Ísraelsmenn hava bygt umleið ein triðing av teirri 600 kilometrar longu byrgingini, sum er ætlað at forða palestinskum sjálvmorðsbumbumonnum at sleppa til Ísraels. Palestinar hava mótmælt byggingini, tí ein partur av palestinska lendinum er uttan fyri múrin. Palestinararnir vísa á, at sambært altjóða dómstólinum í Haag hava ísraelsmenn ikki loyvi at byggja múrin á palestinskari jørð.

Men hesum lurtar ísraelska stjórnin ikki eftir. Tvørturímóti hevur Sharon sett ferð á arbeiðið, sum eftir ætlanini verður liðugt í desember, skrivar NTB.