Vil hava meira

Pætur Dam Jacobsen leikti í gjár sín fyrsta landsdyst, tá hann loysti av Jónas Þór Næs á plássinum sum vongverji í høgru

Fótbóltur

 

Pætur Dam Jacobsen varð tveittur fyri leyvurnar, tá hann í gjár fekk boðini, at hann var millum teir fyrstu ellivu. Hóast hann í løtum hevði stórar trupulleikar at verja fyri mótstøðumonnunum, so var hann væl nøgdur við sítt egna avrik.

- Eg eri greiður yvir, at eg kundi gjørt okkurt øðrvísi í ymiskum støðum. Men hetta var mín fyrsti landsdystur, og fyrireikingarnir kundu eisini verði betri, nú eg brádliga varð boðsendur.

At spæla landsdyst ímóti Rumenia er sjálvsagt ikki tað sama, sum at spæla í Formuladeildini?

- Nei, langt frá. Vit vóru í verjustøðu allatíðina, og samanumtikið gekk tað eisini væl. Vit vóru bara eitt mál frá einum stórum úrsliti, staðfestir Pætur Dam Jacobsen, sum fer at stríðast fyri, at hetta ikki verður hansara seinasti dystur í landsliðsbúnjanum.