Snigskjúttamálið
Árni Joensen:
Carol Williams, sum er fyrrverandi kona John Allen Mohammad, segði í einari sjónvarpssending, at er fyrrverandi maður hennara sekur í skuldsetingini, er tað rætt at døma hann til deyða.
? Verður hann funnin sekur í at hava sitið í bili sínum og skotið ósek fólk, ja, so er tað rætt at døma hann til deyða, segði Carol Williams í sendingini hjá CNN.
Sonur John Allen Muhammad, Lindbergh Williams, segði, at pápi hansara eigur at fáa ta revsing, sum hann hevur uppiborið.
? Sjálvt um hann er pápi mín, so haldi eg, at ein heystar tað, ein sáðar. Var hann førur fyri at gera tað, sum hann er skuldsettur fyri, so má hann eisini taka avleiðingarnar av tí, segði sonurin.
Amerikanska ákæruvaldið hevur nú eisini sett tann 41 ára gamla John Allen Muhammad og tann 17 ára gamla John Lee Malvo í samband við eitt morð í statinum Washington á amerikansku vesturstrondini. Løgreglan hevur illgruna um, at tað vóru teir, sum myrdu ta 21 ára gomlu Keenya Cookí býnum Tacoma tann 16. februar í ár.
Frammaundan eru teir báðir skuldsettir fyri at hava myrt tíggju fólk og sært trý onnur á leiðini kring høvuðsstaðin Washington. Teir eru eisini skuldsettir fyri at hava myrt eitt fólk og sært ein mann í statinum Alabama fyrr í ár.